Løgtingsfundur verður aftur í morgin

37. fundur løgtingsins verður morgin klokkan 11, tá fyrst skal gera av, um Henrik Old skal svara einum fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð um stuðul til vinnukavarar í Føroyum.

 

Síðani skal løgtingið viðgera lógaruppskot frá løgmanni til løgtingslóg um boyrting í revsilóginini um kynslig brotsverk. Hetta málið skal í rættarnevndina til viðgerðar.

 

Triðja málið er uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja eitt avkvarinum í Klaksvík. Hetta málið skal í mentanarnevndina til viðgerðar.

 

Tríggi fyrispurningar skulu eisinin avgreiðast. Hanna Jensen spyr Rigmor Dam um førleikamenning í fremmandamáli.

 

Annita á Fríðriksmørk spyr Poul Michelsen um noktandi svar upp á liaskap í Norðurlandahúsinum.

 

Og Jacob Vestergaard spyr Poul Michelsen um alivinnuna.

 

Tingfundur verður aftur mikudagin.