Tað er vanliga ein royndur politikari, sum verður valdur til løgtingsformann. Vit skriva »formann«, tí tað eru 28 ár síðani, at Løgtingið seinast og einastu ferð valdi eina kvinnu til hetta starvið, Maritu Petersen. Men í dag er so Bjørt Samuelsen vald í hendan tignarliga sess.
Tað hevur mangan verið kjak um lønir og eftirlønir hjá politikarum. Tríggjar ferðir vórðu álit skrivað um at broyta serliga gyltu pensjónina hjá landsstýrisfólkum, men politikarar vóru trekir at broyta. Tó so legði Kaj Leo Holm Johannesen í síni tíð sum løgmaður málið fyri tingið um at broyta lógina um lønir hjá landsstýrisfólki, sum varð samtykt. Tað merkti, at landsstýrisfólk fóru upp í løn, men mistu gyltu pensjónina, har tey eftir átta árum kundu tryggja sær stóra tænastumannapensjón longu frá 60 ára aldri og restina av lívinum. Landsstýrisfólk fáa nú sum onnur fólk 15 prosent í pensjónsinngjaldi oman á lønina.
Men tann gamla skipanin í Løgtinginum koyrir enn. Og í lóg um samsýning og eftirløn hjá tingfólki stendur, at løgtingsformaðurin verður løntur sum løgmaður. Tað merkir, at lønin hjá tingformanninum eisini hækkaði 30 prosent, tá løgmaður og landsstýrisfólk mistu rættin til tænastumannapensjónina. Men tænastumannapensjónina varðveitti løgtingsformaðurin.
Tað merkir, at løgtingsformaðurin fær 89.763 krónur í løn um mánaðin ella 1.077.152 krónur um árið. Tað tekur tingfólki 16 ár at fáa fullan starvsaldur. Og hava tey sitið nóg leingi í Løgtinginum kunnu tey fara frá við eftirløn tá tey eru 60 ár.
Bjørt Samuelsen verður 61 ár, tá hetta valskeiðið endar. Tá hevur hon siti á tingi í 18 ár og hevur tá rætt til at fara frá við eftirløn, sum í dag er 41.429 krónur um mánaðin restina av lívinum.
Bjørt Samuelsen segði í morgun, at hon ætlar at modernisera Løgtingið. Kanska gyltu pensjónsviðurskiftini eru partur av hesi modernisering, sum varð gjørd fyri landsstýrisfólk tí løgmanstíðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen millum 2011 og 2015.