– Sama dag, sum áhugaverd hugburðskanning um javnstøðu varð løgd fram, kemur fram, at Vestmanna skúli ikki vil hava, at gentur “órógva” arbeiðsumhvørvið við at vera ov niðurringaðar ella ganga í nalvablusu.
Soleiðis skrivar Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og deilir samstundis mynd av sær sjálvari saman við blaðstjóranum á Frihedsbrevet, Barbaru Holm, ílatnar soleiðis, sum tey í Vestmanna skúla ikki vilja hava skúlagenturnar at vera ílætnar.
– Eru vit veruliga ikki komin longur??? Gentur og dreingir (og vaksnar kvinnur) skulu sleppa at ganga í júst tí, tey hava hug til! Tey eru ikki trupulleikin. Trupulleikin er hugburðurin hjá skúlanum, skrivar løgtingskvinnan á Facebook:
##med2##