Løgtingið viðger Eysturoyartunnilin 6. august

- Málið um Eysturoyatunnilin verður lagt fram í Løgtinginum so skjótt, sum yvirhøvur tilber.

 

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

 

Á in.fo fríggjadagin var Kári P. Højgaard, landsstýrismaður eitt sindur vónbrotin av, at uppskotið ikki verður lagt fram á sjálvari ólavsøku.

 

Hann sigur, at hvør dagur telur, tí sáttmálin við privata felagið skal verða undirskrivaður 31. august. Men hálvan august hevur Útnorðurráðið ársfund í Grønlandi og har rýkur ein vika burtur av tingarbeiðnum.

 

Men Jógvan á Lakjuni, tingformaður, skilir ikki rættiliga, hví Kári P. Højgaard er vónbrotin.

 

Á ólavsøku er tað bara ólavsøkurøða løgmans á skránni, og síðani skal hon viðgerast.

 

- Tað er ikki nakað, vit avgera, tí tað stendur í sjálvari stýrisskipanini, sigur løgtingsformaðurin.

 

Samstundis plaga vit at leggja uppskotið um fiskidagaskipanina næsta ár, fyri tingið, tí hon skal vera samtykt tann 18. august.

 

Uppskotini um Eysturoyartunnilin verða løgd fram so skjótt, sum yvirhøvur tilber, leggur hann afturat.

 

Sjálvur sær tingformaðurin fyri sær, at tey verða løgd fram á tingfundinum mikudagin, tá ið tingið fer at viðgera ólavsøkurøðu Løgmans.

 

- Tað er tað fyrsta, tað ber til at leggja tað fram, so skjótari enn tað, kann tað ikki gerast.

 

- Tað er ilt at siga, hvussu drúgvt eitt orðaskifti verður. Men vit hava sett mikudagin og hósdagin av til at viðgera ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni.

 

Heldur tað, verða fiskidagarnir viðgjørdir fríggjadagin.

 

Løgtingsformaðurin sær so fyri sær, at uppskotini um tunlarnar kunnu koma til viðgerðar í aðru viku, helst ikki seinni enn týsdagin 6. august.

 

- So skulu tey í nevnd. Men hvussu skjótt, tey verða avgreidd, veldst um, hvussu skjótt nevndin arbeiðir og um Løgtingið víkir frá tíðarfreistum, ella ikki.

 

Løgtingið hevur meiri enn einaferð áður vist, at er viljin til staðar, ber til at avgreiða stórmál upp á ein dag.

 

Men Jógvan á Lakjuni sær sostatt onga forðing fyri, at uppskotini kunnu verða avgreidd síðst í mánaðinum.