Í dag klokkan 11 verður tingfundur. Sum fyrsta punkt á skránni eru munnligir fyrispurningar. Tá fer Jenis av Rana at spyrja landsstýriskvinnuna við heilsumálum, Sirið Stenberg, hvør orsøkin var til, at stjórin í Heilsutrygd var sagdur úr starvi.
Jørgen Niclasen fer at spyrja Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, um avtøkuna av samdøgurðsfrádráttinum, tá ið fiskimenn sigla við norðurlendskum ella DIS-skipum. Hann ætlar eisini at spyrja landssstýriskvinnuna um marginalskattin.
Jørgen Niclasen fer eisini at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við innlendismálum, um hvussu tað gongur við pantinum av einnýtisíløtum.
Bjørt Samuelsen fer eisini at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við heislumálum, um hon hevur umhugsað at fáa gjørt íløgukanningar av smábørnum í Føroyum.
Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 11 sær soleiðis út:
1. Munnligir fyrispurningar
2. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Veiting til persónar yngri enn 25 ár)
3. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 22/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at um- og útbyggja kringvarpshúsini í Sortudíki (Verklagslóg fyri Kringvarpið)
4. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 23/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Leingjan av gildistíð)
5. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 12/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 35/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av samdøgursfrádrátti)
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 39/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Skattalætti til lág- og miðalinntøkur)
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 48/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Leingja freistina fyri at søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald)
9. Framløga










