Løgtingið kemur samanaftur hósdagin, tá ársins fyrsti tingfundur verður hildin.
Á skránni fyri tingfundin er sum fyrsta mál uppskot til samtytkar um frágreiðing frá grein 19 nevndini um kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum.
Síðani er uppskot frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni um at sleppa bátasmíði og umvæling undan mvg-skyldu. Løgtingsmaðurin vísir í uppskotinum á, at handverkið føroyskt bátasmíð er um at fara í søguna, og tí skjýtur hann upp, at hendan vinnan sleppur undan at gjalda mvg og verður stuðlað á tann hátt. Sambært løgtingsmanninum hevur Taks upplýst, at inntøkumissurin hjá landskassanum verður mettur at liggja millum 80.000 og 100.000 krónur árliga.
Triða málið á skránni er svar upp á fyri spurning frá Kára P. Højgaard til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Løgtinsmaðurin hevur millum annað spurt, um landsstýriskvinnan ætlar at geva føroyskum ungdómi ókeyps trygdarskeið, sum krevst, fyri at sleppa til skips.
Fyrispurningurin kann lesast við at TRÝSTA HER.
Síðsta málið á skránni er fyrispurningur frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum um veðurlagssáttmálan. Hon spyr, um Føroyar er sjónligar í nýggju veðurlagsavtaluni.
Skráin fyri tingfundin er hendan:
Hósdagur, 21. Januar 2016, kl. 13:30
1. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 9/2015: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 52/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Mvg frítøka av føroyskum bátasmíði)
3. Svar nr. 6/2015: Trygdarskeið til manningar á fiskiskipum
4. Svar nr. 7/2015: Nýggja veðurlagssáttmálanum
5. Framløga
Skráin fyri nevndarfundir hesa vikuna eru hendan:
Mentanarnevndin:
Mánadagur, 18. Januar 2016, kl. 09:00 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 21/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Hesi koma á fund við nevndina:
Kl. 9.15 Bispur
Kl. 9.45 Umboð fyri kirkjuráð
Kl. 10.15 Umboð fyri samkomur
Kl. 10.45 Prestafelagið
Kl. 11.15 Lærarafelagið
Kl. 11.45 Pedagogfelagið
Steðgur
Kl. 13.15 LGBT
Kl. 13.45 Landsstýriskvinnan í mentamálum
Trivnaðarnevndin:
Týsdagur, 19. Januar 2016, kl. 09:00 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
3. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Hesi koma á fund við nevndina:
Í samb. við lm. 19
Kl. 9.30 Ásvør Skaalum og Katrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingar
Kl. 10.00 John Kølbæk, Fúti
Kl. 10.30 Ja til hjúnabandið
Kl. 11.00 Umboð fyri Lívdina
Kl. 11.30 Kommunufelagið
Kl. 13.00 LGBT
Kl. 13.30 Amnesty International
Kl. 14.00 Kvinnufelagið í Havn
Kl. 14.30 Landsstýriskvinnan í mentamálum saman við Bispi
Kl. 15.00 Landsstýriskvinnan í heilsumálum saman við Gingni
Kl. 15.30 Umboð fyri Kelduna
Hósdagur, 21. Januar 2016, kl. 09:15 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
3. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Hesi koma á fund við nevndina:
Í samb. við lm. 19
Kl. 9.30 Umboð fyri Ebenezer
Kl. 10.00 Umboð fyri Kirkjuligu Heimamissiónina
Kl. 10.30 John í Skemmuni
Kl. 11.00 Ríkisumboðið
Kl. 11.30 Aksel V. Johannesen, løgmann
Rættarnevndin:
Mikudagur, 20. Januar 2016, kl. 09:15 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 20/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar
Hesi koma á fund við nevndina:
Kl. 9.30: Bispur
Kl. 10.00: Umboð fyri samkomur
Kl. 10.30: Ríkisumboðið
Steðgur
Kl. 13.10: Fútin
Kl. 13.30: LGBT
Kl. 13.50: Løgmaður
Formansskapurin:
Hósdagur, 21. Januar 2016, kl. 12:30 (Fundarhøli 4)
1. Gerðabókin
2. Árskalendarin
3. Reglur um stuðul til politiskt virksemi
4. Parkeringsviðurskiftini
5. Keyp/søla av bygningum
6. Fjølmiðlar í Løgtinginum
7. Ymiskt
Lokalnevndin:
Mánadagur, 22. Februar 2016, kl. 09:00 (Mjørkadalur)
1. Gerðabók
2. Møgulig klagumálsviðgerð
3. Frágreiðing frá fútanum til nevndina sbrt. rættargangslógini 115a, stk. 1
4. Áseting av komandi reguliga fundi og fráboðan um evni, ið nevndarlimir ynskja at taka upp á fundi
5. Vitja í Arrestini, Mjørkadalur










