Løgtingið súltaði 29 mál

Nú løgtingið fór heim, liggja 29 mál eftir, sum fella burtur. Tað eru sum vera man fleiri orsøkir til, at mál ikki koma aftur úr nevnd

Nú løgtingið fór heim, liggja 29 mál eftir, sum fella burtur. Tað eru sum vera man fleiri orsøkir til, at mál ikki koma aftur úr nevnd.

 

Vanliga verður tað nevnt »at súlta«, tá ið ein nevnd ikki kemur við álitið í onkrum málið, men aðrar tíðir kunnu tað vera veruligar orsøkir.

 

Sosialurin hevur hugt málunum, sum liggja eftir hesaferð. Av teimum hevur landsstýrið fimm uppskot, sum ikki komu aftur í tingsalin.

 

Sonja Jógvansdóttir hevur eisini fimm mál, sum ikki komu gjøgnum mylluna hesaferð og tískil eru fallin burtur.

 

Andstøðan hevur 19 mál, sum ikki eru viðgjørd. Summi av teimum eru uppskot til samtyktar, men har eru eisini uppskot til lógir.

 

Talið av málum, sum ikki eru viðgjørd áðrenn tingsetan endar, eru ikki óvanliga stór hesa ferð. Tað sum undrar mest er, at sjey av málunum vóru løgd fram í tinginum longu í 2017, men eru altso ikki komin aftur í tingið til endaliga viðgerð.

 

Landsstýrið eigur trý av teimum uppskotunum, og Sonja Jógvansdóttir og andstøðan fýra av málunum.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Tingmál nummar 36:

Høgni Hoydal, landsstýrismaður eigur tingmál nummar 36 í hesi tingsetuni. Tað er uppskotið um veiðugjald fyri rættindini at veiða av føroysku fiskikvotunum. Mál er súltað í vinnunevndini.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna

Tingmál nummaar 21;

Her er talan um eitt uppskot hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum. Talan er um viðbót til ávísar pensjonistar. Viðbótin skal eisini vera treytað av nettoinntøku

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna

Tingmál nummar 73

Hetta er eisini eitt uppskot hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Her er talan um at byggja nýtt barnaheim í Havn. Uppskotið er fallið burtur.

 

Tingmál nummar 4:

Her er talan um eitt broytingaruppskot í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Baredntshavini. Her er talan um eitt felags samgongu- og andstøðuuppskot.

 

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Tingmál nummar 52:

Bill Justinussen úr Miðflokkinum eigur hetta uppskotið, sum mælir til at breiðka vegateinin til Funningsfjarðar

 

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna

Tingmál nummar 68:

Hetta er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um at loyva løntakarum at draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Tað var hetta uppskotið, sum Sonja Jógvanssdóttir segði seg hava eina avtalu við løgmann um at fáa ígjøgnum, men tað er fallið burtur.

 

Bárður á Steig, Sambandsflokkurin

Tingmál nummar 72:

Bárður á Steig Nielsen legði eitt uppskot fram um at geva øllum borgarum ein skattalætta. Hann skeyt upp, at hetta var gjørt við at hækka botnfrádráttin bæði í lands- og kommunuskattinum við 2500 krónum.