Endamálið við lógaruppskotinum er at geva Landsverki eina greiða heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar, sum ikki hava nakran annan bústað. Endamálið er harafturat at áseta yvirskipaðu karmarnar rundanum bráðfeingis bústaðirnar.
Endamálið er eisini at geva Almannaverkinum ábyrgd og heimild at seta ein sosialan samskipara, sum burturav skal taka sær av at veita persónunum í bráðfeingis bústøðunum sosialfakliga ráðgeving, stuðul og hjálp, ella at gera avtalu við ein uttanhýsis part um at veita hesar tænasturnar, ella part av hesum tænastunum, vegna Almannaverkið.
Endamálið við lógaruppskotinum er harafturat at geva landsstýrisfólkinum í almannamálum heimild at víkja frá ymiskum treytum, og í nærri tilskilaðan mun áseta serreglur, á almannaøkinum fyri burturriknu ukrainarnar, soleiðis at ukrainarnir ikki detta niðurímillum grundleggjandi almennar skipanir, og soleiðis at Almannaverkið fær betri amboð at hjálpa ukrainunum út á føroyska arbeiðsmarknaðin, og at varðveita teir á arbeiðsmarknaðinum.
Yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at tryggja, at burturriknu ukrainarnir hava møguleika at fóta sær, so leingi teir eru í Føroyum.
Meira kann lesast um málið her











