Á tingfundi, sum varð settur at vera klokkan 1:30 í nátt, men sum byrjaði væl seinni, samtykti løgtingið fyrst uppskoti frá teimum trimum umboðunum hjá samgonguni í vinnunevndini um fyribils avgjald á ávís fiskasløg og síðani uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2016.
Nøkur broytingaruppskot vóru frá andstøðuni. Eitt var um at taka játtanina til Landsbankan úraftur fíggjarlógini. Eitt var frá fimm sambandstingmonnum um ikki at frysta heildarveitingina úr Danmark. Eitt var frá andstøðuni um hægri stuðul til ÍSF, eitt um hægri játtan til demensætlan og eitt um at stuðla træplanting. Hesi uppskotini fullu øll.
Løgtingið samtykti soleiðis fíggjarlógaruppskotið, við nøkrum broytingum frá andstøðuni, við 25 atkvøðum fyri og 6 ímóti.