Løgtingið hevur nú samtykt at banna virkseminum hjá Sea Shepherd, og líknandi felagsskapum, í Føroyum. Samstundis skal tað vera ólóligt at flyta útgerð til ólógligt virksemi hjá slíkum felagsskapum til Føroya.
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið skal seta tiltøk í verk fyri at forða fyri at Sea Shepherd, og líknandi felagsskapir, koma til landið at bróta lógina. Tað skal eisini vera ólógligt at innflyta útgerð til endamálið til Føroya.
Rættarnevndin í Løgtinginum er tekur undir við hesum og í henni sita umboð fyri allar teir fýra stóru flokkarnar. Teir siga, at landsstýrið skal seta tiltøk í verk fyri 1. mai. Uppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri, og átta vóru ímóti og sostatt er uppskotið endaliga samtykt.
|