Løgtingið ov langt frá fólkinum

- Tað kann vera ein fyrimunur, at borgarstjóri eisini er tingmaður og soleiðis tryggjar nærdemokratiið, sigur Trúgvi Gudmundarson.

Fólkaflokkurin ætlar at hava fýra valevni í Suðuroy á listanum til løgtingsvalið komandi. Trý teirra eru komin upp á pláss. Tey eru Jacob Vestergaard, Akrar, Mortan Vang, Froðba og Trúgvi Gudmundarson, sum er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.

 

Trúgvi er sostatt enn ein borgarstjóri, sum nú letur seg stilla upp til løgtingsval. Hann er 47 ára gamal og er tann núsitandi bygdaráðslimur í Hvalbiar kommunu, sum fekk flestar atkvøður á seinasta kommunuvali.

 

- Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at eg læt meg stilla upp, og eg fekk so dygga undirtøku, at eg eisini gjørdist borgarstjóri. Eg kendi hetta sum eina dygga álitisváttan.

 

Hann ásannar, at hann fleiri ferðir áður er spurdur um at koma á lista hjá Fólkaflokkinum til løgtingsval, men hetta er so fyrstu ferð, at hann letur seg stilla upp.

 

- Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, bæði á kommunalum og landsplani, og tað er eingin loyna, at eg brenni fyri økinum her suðuri, sum eg haldi í alt ov stóran mun er fyri vanbýti - ikki minst, tá ræður um samferðsluæðrina. Vit hava nógv vinnulív í Hvalba, men samferðsluviðurskiftini við einum vánaligum tunli eru út av lagi. Hetta er nakað, eg fari at arbeiða hart fyri, um eg fái undirtøku.

 

Starvið hjá Trúgva Gudmundarsyni sum borgarstjóri er hálvtíðarstarv á pappírinum, men hann ásannar, at starvið krevur nógv meira enn tað. Hinvegin heldur hann tað ikki vera nakar trupulleiki - men heldur ein fyrimunur - at borgarstjóri í slíkum føri eisini situr á løgtingi.

 

- Eg ivist onga løtu í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri okkara kommunu, at borgarstjórin eisini var løgtingslimur.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at hansara hjartamál er vinnuligur framburður, og hann heldur, at tað hevur tikið alt ov langa tíð at fáa alingina í gongd á Hvalbiarfirði.

 

Tey bleytu virðini fylla eisini nógv hjá borgarstjóranum í Hvalbiar kommunu, børnini, tey ungu, eins og tey menningartarnaðu, gomlu og óhjálpnu.

 

- Jú, eg haldi, at løgtingið í nógvum førum er ov langt burtur frá fólkinum. Tí kann tað bara gerast ein fyrimunur, at borgarstjóri eisini er tingmaður og soleiðis kann verða við til at tryggja nærdemokratiið, sigur Trúgvi Gudmundarson.