Løgtingið fer nú at viðgera eitt uppskot um at lata eina serstaka játtan upp á 500.000 krónur, sum skal latast í jólahjálp til fátækar familjur.
Tað eru politikarar úr fleiri flokkum, sum hava lagt uppskotið fram.
Peningurin skal brúkast at geva fíggjarliga sperdum barnafamiljum ein styrk til jóla, so hesi hava møguleika at halda jól.
- Á jólum meira enn nakrantíð merkja børnini í fíggjarliga sperdum familjum avleiðingarnar av at vera í eini fíggjarligari trongstøðu, siga tey, sum hava lagt uppskotið fram, siga tey, sum hava lagt uppskotið fram.
- Løgtingið, bæði samgonga og andstøða, hava havt ynski um at gera eina serliga skipan fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur fyri at fáa hjálp, so børnini ikki liva í fátækraváða við teimum avmarkingum og avleiðingum, tað hevur.
Løgtingið viðger eitt uppskot um hetta, men tað kemur ikki í gildi fyrrenn á náyggjárinum. So fyri at veita ein styrk til jóla, verður skotið upp at játta Barnabata 500.000 krónur at lata í jólahjálp. Barnabati hevur yvirtikið átakið Í Menniskjum Góður Tokki.
Tey, sum hava lagt uppskotið fram, er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, Katrin Kallsberg og Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi, Hanna Jensen úr Framsókn, Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanfloks.
Av tí at so nógvir løgtingslimir, úr fleiri flokkum, leggja tað fram, er alt sum bendir á, at tað verður samtykt.
Løgtingið hevur eisini samtykt at gera frávik, so at málið kann avgreiðast at kalla beinanvegin.