Løgtingið hevur gjørt avtalu við Ebenezer um, at løgtingið leigar parkeringsplássið hjá Ebenezer í Bøkjarabrekku – um dagin.
Tað eru vánaligu parkeringsviðurskifitni í miðbýnum í Havn, sum elva til høvuðbrýggj hjá tingfólki, og summi tingfólk viðganga blankt, at tey ganga út av tingfundi at flyta parkeringsskivuna – sum er beinleiðis ólógligt.
Bill Justinussen bað herfyri um bering fyri, at hann ikki hevði fylgt orðaskiftinum í tingsalinum, »tí hann mátti út at flyta parkeringsskivuna«.
Men hesum høvuðbrýggi sleppa tingfólk nú undan. Tí so skjótt sum Havnar Arbeiðsmannafelag hevur ruddað parkeringsøkið hjá Ebenezer, sum hevur verið brúkt í sambandi við umbyggingina hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, so tekur leigumálið hjá Løgtinginum við – og tá kunnu tingfólk eykkaleys fylgja orðaskftum uttan at hugsa um parkeringsbøtur.