Løgtingið leggur upp í verkfallið

Um sjúkrarøktarfrøðingarnir standa við sítt og taka øll undantøk aftur, so fer Løgtingið at leggja uppí

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Kringvarpið. Hann sigur, at hann kann ikki góðtaka, at lív verða sett í vanda. So kemur ikki glið á samráðingarnar, og verða undantøk ikki latin aftur, so verður Løgtingið kallað saman. 

Boðini um at kalla Løgtingið saman verða latin annaðhvørt í kvøld ella í morginári tíðliga, so tingfólk úr Suðuroy sleppa til Havnar við Smyrli klokkan 8.

Løgamður sigur, at hann hevur politiska undirtøku at tryggja, at lív og heilsa hjá sjúklingum ikki er í vanda. Hann vil ikki siga, um Løgtingið fer at lóggeva ein nýggjan sáttmála, so tað kann ljóða sum um, at hann ætlar við lóg at tryggja, at í minsta lagi undantøk verða sum higartil.