Løgtingið skal hava betri umstøður at arbeiða undir.
Tað er orsøkin til, at Løgtingið nú keypir gamla bygningin hjá Eik banka í miðbýmnum í Havn.
Løgtingið hevur í eina tíð arbeitt við spurninginum um, hvørt farast skal undir umvæling av gamla apotekið ella annar bygningur skal útvegast í staðin.
"Formansskapurin í Løgtinginum hevur tikið avgerð um, at rættast er at selja gamla apotek og keypa annan bygning í staðin. Ætlanin er at selja gamla apotek fyri 7 mió. kr., samstundis sum annar bygningur verður keyptur fyri 26 mió. "
Bygningurin sum talan er um at keypa er altso Eik-bygningurin yvirav Káta Horninum í Havn og við síðuna av Løgtignsbygninginum.
Málið verður viðgjørt á seinni fundi í kvøld.










