Í morgun hava bæði formaðurin í danska Fólkatinginum, Søren Gade, og Joe Biden, forseti í USA, biðið starvsfólk síni sletta TikTok appina á tænastueindum sínum og ávarað tey ímóti at brúka appina.
Orsøkin er, at trygdarstovnar halda, at kinesiska fyritøkan handan appina letur stýrinum í Beijing persónligar upplýsingar úr appini.
Í Danmark hava fólkatingslimir og øll starvsfólk hjá Fólkatinginum og starvsfólk hjá flokkunum, sum starvast í Fólkatinginum, fingið boð um at sletta appina, um tey hava hana á eindum, sum arbeiðsgevarin eigur.
Boðini koma, eftir at Center for Cybersikkerhed (CFCS) í síðstu viku frámælti starvsfólkum hjá statinum at hava appina TikTok á tænastueindum sínum, herundir fartelefonum, teldlum og teldum.
– Fólkatingið tekur hesar metingar til eftirtektar, sum koma frá trygdarmyndugleikunum. Tá tað sambært Center for Cybersikkerhed er vandi fyri njósning við at brúka TikTok, so gera vit eftir boðunum.
– Vit fylgja harvið teirri linju, sum CFCS mælir starvsfólkum hjá ríkisstovnum til, sigur formaður Fólkatingsins, Søren Gade, í tíðindaskrivi í morgun.
Bjørt Samuelsen, forkvinna í Løgtinginum sigur, at hon hevur viðgjørt málið saman við stjóranum í Løgtinginum, og at tað verður viðgjørt í formansskapinum á næsta fundi.
– Men vit eru í teirri støðu, at tingfólk hava sínar egnu privatu fartelefonir, so vit kunnu ikki geva teimum boð um at sletta nakað á teirra privatu telefonum. Tey hava eisini teldlar frá Løgtinginum, og har er støðan øðrvísi, sigur hon.
Spurd um tingfólk ikki brúka sínar privatu telefonir á tráðleysa netinum í Løgtinginum, sigur Bjørt Samuelsen, at tað gera tey helst, og júst tí mugu tey gera nakrar leiðreglur um trygd – eisini í sambandi við kinesisku appina TikTok.