Løgtingið fer at samtykkja at samkynd kunnu giftast

Í gjár var fyrsta viðgerð av uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Síðani nýtt løgting varð valt 1. september hava fleiri ábendingar verið um, at meiriluti nú er á tingi fyri at loyva samkyndum at giftast.

 

Hesaferð eru eingi bond á samgongulimum, so teir sleppa at atkvøða sum teimum lystir. Hinvegin hevur nýggi formaður Sambandsfloksins lagt bond á Sambandsflokkin, sum tekur tey samkyndu sum gíslar í eini vón um, at tað kann fella nýggju samgonguna.

 

Soleiðis er greitt, at seks sambandsmenn fara at atkvøða nei. Somuleiðis báðir hjá Miðflokkinum, teir báðir hjá Sjálvstýrisflokkinum og fimm av seks, sum vórðu vald fyri Fólkaflokkin.

 

Tað gevur til samans 15 atkvøður.

 

Fyri uppskotinum atkvøða øll tey sjey tjóðveldisfólkini, tær báðar úr Framsókn, Sonja Jógvansdóttir og Annika Olsen og í øllum førum seks av teimum sjey í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Tað gevur tilsamans 17 atkvøður.

 

Einasta ivamálið er Jónleif Johannesen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, sum hevur tosað so nógv uttanum í málinum, at ilt er at meta um, hvussu hansara atkvøða fellir.

 

Tá Sosialurin 18. september spurdi øll tingfólk, vildu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen heldur ikki svara. Heðin Mortensen boðaði í Degi og Viku hóskvøldið frá, at hann fer at atkvøða fyri. Kristin Michelsen hevur atkvøtt fyri uppskotinum fyrr, so tað er ógvuliga sannlíkt, at hann ger tað aftur hesaferð.

 

Tí er alt sum bendir á, at samkynd fólk sleppa at giftast borgarliga í Føroyum frá 1. juli í 2016 at rokna.