Í morgun mintist Fólkatingið í Danmark tey deyðu í óhugnaliga hópdrápinum í svenska býnum Örebro í gjár, tá ein maður skeyt og drap 11 fólk, harímillum seg sjálvan.
Almennur flaggdagur er í Danmark bæði og dag og í morgin, tí í dag fyllir Mary drotning, og í morgin fyllir Marie prinsessa, kona Joakim prins. Tá eiga allir almennir stovnar í Danmark at flagga við splittflagginum. Men hetta er avlýst av virðing fyri teimum deyðu og syrgjandi í sorgarleikinum í Svøríki.
Vit hava spurt Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, at Løgtingið eisini fer at minnast tey deyðu í Svøríki. Og tað verður gjørt í morgin, tá tingfundurin byrjar, at ting- og landsstýrisfólk í tøgn fara at minnast tey deyðu í sorgarleikinum í Svøríki.