Løgtingsfundur verður ikki aftur fyrr enn týsdagin 22. oktober – í aðru viku.
Øll málini, sum vóru á skránni til tingfundin í gjár vórðu ikki avgreidd, tí uppskot um misálit á løgmann varð lagt fyri tingið. Tá so er, verða øll mál tikin av skránni og farið verður undir viðgerð av misálitisuppskotinum alt fyri eitt. Soleiðis var í gjár, tá løgtingið brúkti góðar fimm tímar til viðgerð misálitisuppskoti á løgmann, sum formenninir í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Framsókn høvdu lagt fram.
Uppskotið fall sum kunnugt, tá øll 19 í samgongu atkvøddu ímóti, meðan bert 11 í andstøðuni atkvøddu fyri, meðan tríggjar atkvøður vóru blankar.
Skráin fyri tingfundirnar í næstu viku sæst niðanfyri:
Týsdagur, 22. oktober 2013 kl. 11:00
1. Løgtingsmál nr. 12/2013: 3. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne av lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed
2. Løgtingsmál nr. 14/2013: 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Stuðulsupphæddin)
3. Løgtingsmál nr. 19/2013: 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4. Løgtingsmál nr. 20/2013: 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Barsilsskipan Málið verður beint í Vinnunevndina
5. Løgtingsmál nr. 23/2013: 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík Málið verður beint í Rættarnevndina
6. Løgtingsmál nr. 28/2013: 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar viðvíkjandi rættindum at arbeiða fulla tíð Málið verður beint í Vinnunevndina
7. Løgtingsmál nr. 29/2013: 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingarnar Málið verður beint í Mentanarnevndina
8. Framløga
Mikudagur, 23. oktober 2013 kl. 11:00
1. Ófráboðaðir fyrispurningar
2. Skrivligan fyrispurning nr. 3/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi kunngerð um røktarheim og eldrasambýli
3. Skrivligan fyrispurning nr. 4/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Marknagilsdeplinum
4. Skrivligan fyrispurning nr. 5/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki samgongunnar
5. Skrivligan fyrispurning nr. 8/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju
6. Framløga