Á tingfundinum í morgun klokkan 10 fer løgtingið endaliga at avgreiða málið um fiskidagarnar – lógin um vinnuligan fiskiskap.
Løgtingið samtykti mikudagin við aðruviðgerð uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at áseta sama dagatal sum síðsta fiskiár.
Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum var tann einasti í samgonguni sum atkvøddi ímóti. Hann hevur gjørt vart við, at hann ikki kann góðtaka at eingin nýskipan kemur á fiskivinnuøkinum. Hann vil hava broytingar. Tá uppskotið frá landsstýrismanninum ikki hevur nakrar broytingar við sær, so kann hann ikki taka undir við tí.
Løgtingið skal eisini atkvøða um fyrispurning frá Brandi Sandoy, tingmanni Fólkafloksins, til Jacob Vestergaard um avreiðingar uttanlands. Tann fyrispurningurin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
www.logting.fo/casewritten/view.gebs
Triðja málið á skránni hjá løgtinginum í dag er 1. viðgerð av eykajáttanarlóg. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt uppskotið fram til tess at játta sjey milliónir krónur meira til heilsumál til serviðgerðir uttanlands.