Tað var í gjár, at umboð fyri ein áhugabólk - Fyri betran av Suðuroyarleiðini - handaði landsstýrismanninum í samferðslumálum, Una Rasmussen, fleiri enn túsund undirskriftir sum mótmæli ímóti politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini.
Maðurin, sum handaði undirskriftirnar, Fróði Mortensen, hevði nógv upp á hjarta, tá hann saman við nøkrum øðrum, sum komin vóru úr Suðuroy, hitti landsstýrismannin í Tinganesi og handaði honum tær 1041 undirskriftirnar.
- Hetta er ikki nakað politiskt mótmæli, men er púra ópolitiskt. Tað er ikki ætlanin at harta nakran ávísan politikara ella flokk. Tað hevur nógv størri týdning, at málið verður loyst heldur enn at gerast eitt politiskt kjak við runublakan.
Fróði Mortensen helt ikki, at politikararnir hava skilt trupulleikan og taka heldur ikki neyðugu ábyrgdina á seg, sum er at dagføra Suðuroyarleiðina til tíðarinnar tørv, sum hann tók til.
- Skiljið okkum rætt. Í Suðuroynni er gott at búgva, men Suðuroyarleiðin hevur tað ikki gott og er ikki nøktandi. Tænastustøðið stendur við og versnar, og tað tykist mangan, sum Smyril ikki klárar at røkja farleiðina - við øktum ferðafólki og farmi.
Fróði Mortensen vísti á, at størsta afturstigið á Suðuroyarleiðini hendir nú fríggjadagin, tá Smyril verður tikin úr sigling, og Herjolfur verður at avloysa Smyril.
- Hesum vilja vit mótmæla upp á tað harðasta. Vit krevja sum tað fyrsta, at Smyril verður ikki tikin úr sigling, fyrr enn eitt skip - á stødd við Smyril - verður at røkja siglingina, áðrenn Smyril sleppur í dokk.
Hann helt tað vera ófatiligt, at eingin klokka hevur ringt í fíggjarmálaráðnum og løgtinginum.
- Tað ber snøgt sagt ikki til, at 10 prosent av Føroya fólki liva við slíkari ótryggari farleið, og nú verða sett 50 ár aftur í tíð, sum Fróði Mortensen tók til.
Meðan suðuroyingar enn stríðast við tíðaravmarkaðari sigling um Suðuroyarfjørð, er koyrandi undir Vestmannasundi, Leirvíksfirði, Skálafirði og nú skjótt eisini Skopunarfirði.
- Men, her hjá okkum er farin fram stór stagnatión. Tað er fráflyting og afturgongd í Suðuroynni, samstundis sum risastór menning við fólkavøkstri er farin fram í miðstaðarøkinum, har koyrandi er ímillum.
Fróði Mortensen segði, at sjálvandi gleðast eisini suðuroyingar um framburðin í nevndu økjum, men suðuroyingar vóna eisini, at øll skilja avbjóðingarnar og avmarkingarnar, sum siglingin um Suðuroyarfjørð hevur við sær.
- Tað er prógvað, hvussu stóran týdning fast samband hevur á lokalu økini, og neyvan er tað nakar, sum ynskir tíðina aftur, tá siglt varð um nevndu firðir. Tunlarnir hava ikki bara ment lokalu økini, men allar Føroyar, segði hann.
Fróði Mortensen legði dent á, at politiska handfaringin av Suðuroyarleiðini hevur alla ávirkan á, hvussu framtíðin í Suðuroynni verður myndað.
- Løgtingið avger, hvussu raðfestingin verður, og løgtingið avger, um tað verður framburður ella ei, segði hann millum annað, tá hann hitti landsstýrismannin, Una Rasmussen, í Tinganesi í gjár.