Tað er nú greitt, at løgtingið skal til arbeiðis aftur mánamorgunin eftir jól.
Annars var ætlanin at fara í jólafrí í gjár, men ta ætlanin skeyt andstøðan so dyggiliga í senk.
Tí mátti løgtingið til húsar eftir midnátt í gjárkvøldið, uttan at hava avgreitt fíggjarlógina fyri næsta ár.
Og eina fíggjarlóg skulu vit hava, og hon skal vera samtykt fyri nýggár, so er einki at gera hjá løgtingslimum enn at avlýsa jólaferiuna og finna sær leiðina aftur í Løgtingshúsið í Havn
Løgtingsfundur verður nevniliga mánamorgunin klokkan 10, har fíggjarlógin verður til viðgerar.
Fíggjarlógin skal hava tvær viðgerðir afturat, so tað verður helst ein langur dagur.
Eitt annað uppskot hjá samgonguni er heldur ikki avgreitt, og tað er uppskotið um at selja ein part av fiskirættindum á uppboði.
Og tað var serliga her, at andstøðan setti fót fyri samgonguna, tí hon blokeraði málið og syrgdi fyri, at tað ikki kom aftur úr Vinnunevndini, so at Løgtingið slapp at viðgera tað.
Og tað bar væl til, tí andstøðan hevur meirilutan í Vinnunevndini og tí fekk hon blokera fyri, at tað varð lagt fram.
Andstøðan sigur, at málið má lýsast nærri og tí hevur hon biðið um eina løgfrøðiliga meting av, um tað kann føra til endurgjaldskrøv ímóti landskassanum, at fiskirættindi verða seld á uppboði. Andstøðan vildi ikki víkja frá tí kravinum, men ein løgfrøðilig meting verður ikki liðug fyrrenn nakað út í januar.
Og eftir at hava sitið og trilla tumlar og bíða í fleiri tímar, mátti tingformaðurin geva skarvin yvir og senda Løgtingið til hús, tá ið tað var farið av midnátt.
Annars var klárt at viðgera fíggjarlógina, men hildið var, at tað var ov seint at fara undir tað á midnátt, tí viðgerðin varar fleiri tímar.
Viðurskiftini millum andstøðu og samgongu versnaðu nógv í gjár og støðan er spentari nú, enn hon hevur verið leingi. Tinglimir úr samgonguni vóru í øðini inn á taktikkin hjáandstøðuni at draga viðgerina út, og líkindini fyri semjum ímillum samgongu og andstøðu, batnaðu avgjørt ikki eftir tað, sum hendi í gjár.