Løgreglumaðurin er meldaður fyri harðskap á einum skeinkistaðið mitt í desembur. Løgreglumaðurin var ikki í tænastu, tá hendingin fór fram.
Martin Gravesen, varafúti, váttar fyri Sosialinum, at ein løgreglumaður er meldaður fyri harðskap.
- Av tí at tað er ein av okkara egnu, kunnu vit ikki gera kanningarnar sjálvir. Tí hava vit heitt á ferðaliðið hjá donsku løgregluni um at kanna málið, sigur hann.
Seinastu tíðina hava tí danskir løgreglumenn verið í Føroyum og gjørt kanningar og hava avhoyrt partarnar í málinum. Kanningarnar eru tó ikki lidnar enn.
- Ferðaliðið hevur verið í Føroyum, men kemur aftur seinni, tí enn eru øll ikki avhoyrd, sigur Martin Gravesen. Enn er ikki greitt, nær ferðaliðið kemur við nakrari niðurstøðu í málinum.
Martin Gravesen sigur, at fyribils hevur hetta ikki fingið avleiðingar fyri starvið hjá løgreglumanninum.
Ferðaliðið hjá donsku løgregluni vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.