Løgreglan vil avhoyra skiparan á Sam Simon

Tað er í samband við tilburðin í Nólsoyarfirði fríggjadagin, at løgreglan ynskir at tosa við skiparan.

Seinastu vikuna hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir frá útróðrarmonnum, ið hava meldað Sea Shepherd fyri at hava verið nær við at siglt teir niður.


Fyrra fráboðanin kom frá Carl August Arge, ið fríggjadagin upplivdi, at Sam Simon var um reppið at sigla á hann, meðan seinni tilburðurin var leygardagin, tá ein útróðrarmaður, ið lá uttanfyri Borðoyarnes, upplivdi eina líknandi støðu.

 

 

Les eisini: Eg eri bæði illur og skelkaður

 



Í tíðindunum á middegi visti Útvarpið at siga, at løgreglan hevur gjørt fleiri avhoyringar í málinum, og at man nú ynskir at tosa við skiparan umborð á Sam Simon.


Keldur hava upplýst fyri in.fo, at skiparin umborð á Sam Simon er fyrrverandi amerikanski hermaðurin Adam Meyerson.

 

 

Les eisini: Fleiri vitni til dramatiska hending í Nólsoyarfirði í gjár

 



Avhoyringarnar av Adam Meyerson mugu tó bíða í nakrar dagar, tí fyrst má Sjóvinnustýrið inn í málið at meta um hvørji lógarbrot eru framd.