Løgreglan váttar í dag, at eitt harðskapsmál er meldað til løgregluna úr Skopun, og at hendingin er farin fram sama tíðarskeið.
Paul Watson skrivar, at umboðið fyri Sea Shepherd, sum sigur seg vera álopin í Skopun í gjárkvøldið, var álopin millum klokkan 18.00 og 19.00, og løgreglan váttar, at eitt harðskapsmál er meldað, sum er farið fram hetta tíðarskeið í Skopun.
Eitt umboð fyri Sea Shepherd varð í gjár álopin av einum manni í Skopun. Umboðið fyri Sea Shepherd, Sergio, sat í bili sínum í Skopun, tá ið ein annar bilur kom framvið og steðgaði. Síðani leyp ein maður úr bilinum, og slóð rútin á Sea Shepherd bilinum harðliga, áðrenn hann hálaði Sergio úr bilinum, og slóð hann nakrar ferðir.
Tað skrivar Paul Watson á síni Facebook síðu.
Løgreglan váttar í dag, at eitt harðskapsmál er meldað til løgregluna úr Skopun, og at hendingin er farin fram sama tíðarskeið.
Tó so vil vakthavandi ikki upplýsa, um meldaða harðskapsmálið hevur nakað við Sea Shepherd at gera.