Ein løgreglueind í Kanada er farin at handa út 'jaligar bøtur' til ung, sum bera seg væl at.
Tað er í býnum Prince Albert, at løgreglufólk eru farin at handa jaligar bøtur til ung, sum fara yvirum vegin við atliti til ferðsluna og ferðsluljósini ella av sínum eintingum taka upp burturkast av vegnum, skrivar kanadiska tíðindasíðan CBC News.
Bøturnar, sum tey ungu hava fingið hava 'kravt' at tey fáa sær ein ókeypis burgara, fara í biograf ella at hyggja at hockey liðnum í býnum.
- Hetta er ein skipan, sum verður royndarkoyrd í ein mánaða, við tí fyri eyga at eggja ungum til heilsubetri og skynsamari atburð, skrivar tíðindasíðan.
Rob Lindsay, ein av løgreglufólkunum, sum er við í átakinum, heldur at hetta eisini kann broyta hugburðin mótvegis løgreglufólki til ta betra.
- Vónandi førir átaki við sær, at fólk ikki aftra seg við at venda sær til okkara, men at tey heldur bara koma yvir at práta, sigur hann.