Aftur í dag hevur løgreglan verið runt umkring og kannað ferðsluna.
Í hesum sambandi var løgreglan m.a. nógv inni í Eysturoy í dag og har vórðu fleiri bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Umframt teir bilførarar, sum fingu bót, fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið og ein bilførari noyðist upp til nýggja koyriroynd og stendur hann ikki hana,missur hann koyrikortið.
Hann koyrdi 84 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.