Løgreglan: Tíbetur er hetta ikki vanligt

Annars hevur lítið fólk verið í býnum, sigur løgreglan

Jólaborðhaldini eru í hæddini og kanska eru tað fleiri bilførarar, sum ikki duga sær hógv. Ella kanska er tað tann bera tilvild. Men undir øllum umstøðum hevur løgreglan tikið óvanliga nógvar bilførarar fyri at koyra við kenning.

 

Síðani í gjáramorgunin hevur løgregln nevniliga tikið heilar fýra bilførarar fyri at koyra við kenning. Tann fyrsti varð tikin longu í gjáramorgunin í Eysturoynni. Hann varð steðgaður og løgreglan fekk illgruna um, at hann var ikki edrúur.

 

Tí blásti hann í alkometri og tá ið tað gav størri útslag enn gott er, varð bilførarin førdur á Klaksvíkar sjúkrahús, har blóðroynd varð tikin av honum. Aftur í gjárkvøldið, og í nátt, vórðu tríggir bilførarar afturat skuldsettir fyri at koyra við kenning. Sostatt eru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning bara hetta seinasta samdøgurið og løgreglan sigur, at tað er óvanliga nógv.

 

Annars hevur tað ikki verið nógv fólk í býnum, men løgreglan hevur kortini hjálp fleiri fólkum, sum hava verið so deyðadrukkin, at tey hava ikki klárað seg sjálvi – og hetta er ikki veður at liggja avdottin uttandura í. Nøkur eru hjálpt á føtur, onnur eru hjálpt í ein hýruvogn, men so hevur løgreglan eisini koyrt nøkur til húsar.