Løgreglan: Tað sá heilt gott út

Men tríggir bilførarar eru tiknir, og hjá tí eina sær einki út

Nú tað er farin at myrkja, ger løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Eitt,  tey gera nógv burtur úr, er at kanna ferðlsuna við skúlarnar um morgunin tá ið foreldur koyra børnini í skúla.

 

Tey kanna eftir um bilarnir koyra við brostnum perum, men tey kanna eisini um børnini sita í trygdarbelti og at tey smáu eisini sita á barnasetri.

 

Í morgun hevur løgreglan kanna ferðsluna við tveir stórar skúlar í Havn, Eysturskúlan og Skúlan á Løgmannabreyt og tey kannaðu eisini ferðsluna við skúlan á Tvøroyri.  Og løgreglan sigur, at tað sá heilt gott út, tí einki mál varð skrivað.

 

Men haraftur ímóti eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu so mikið skjótt í bygdum øki, ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman, so teir fingu klipp í koyrikortið.

 

Harafturat er ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við kenning í Norðurøkinum, so hjá honum er koyrikortið í vanda.