Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í góðveðrinum í allan nátt eftir at landsliðið í fótbólti vann ein ótrúligan sigur á Grikkalandi í gjárkvøldið.
Men løgreglan sigur, at tey vóru í rættiligum veitslulagi og at alt gekk sera friðarliga fyri seg.
Annars hevur løgreglan aftur ferðsluna, og í hesum umfari vórðu 50 bilar steðgaðir. Løgreglan legði seg fyrst og fremst eftir at kanna um bilførarin var ávirkaður, men tað var ongin av teimum.
- Teir sluppu allir at koyra víðari, sigur løgreglan.