Løgreglan leitar í morgun eftir einum hvítum Mercedes-Benz Vito, ið eigarin hevur meldað stolnan.
Vakthavandi upplýsir, at løgreglan fekk fráboðanina um stuldurin í morgun, so bilurin er tikin einaferð í nátt.
Talan er um ein hvítan Mercedes-Benz Vito við nummarplátuni RH 082, ið er stolin nærhendis Grønulíð í Havn.
Um nakar hevur borið eyga við bilin ella kennir til stuldurin, so ber til at venda sær til vakthavandi á løgregulustøðini, telefonnummar 351448.