Løgreglan skotið og dripið ein mann

Um fýratíðina í morgun var aftur skotbardagi í Keypmannahavn, tá skot vórðu latin av á Nørrebro í Keypmannahavn.

Um fýratíðina í morgun var aftur skotbardagi í Keypmannahavn, tá skot vórðu latin av á Nørrebro í Keypmannahavn.

 

Í eini Twitterfraboðan sigur politiið í Keypmannahavn, at tey hava havt eina adressu á Nørrebro undir eftirlitið.

 

– So kemur ein persónur á staðið, sum løgreglan heldur kann vera áhugaverdur í sambandi við kanningararbeiðið. Politiið rópti á mannin, sum fór at skjóta móti løgregluni, og tí skeyt løgreglan aftur. Maðurin doyði av skotunum, eingin løgreglumaður varð raktur, skrivar løgreglan í Twitterboðunum.

 

Løgreglan kannar nú, um hetta er maðurin aftan fyri hinar báðar skottilburðirnar við Krudttønden og við jødisku synagoguna í Krystalgade.

 

Annars hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar til málið. Men boðað er frá tíðindafundi í morginári klokkan 9.