Løgreglan skal kanna bilin

Løgreglan fer nú at kanna, hví bilurin fór á rull í vanlukkuni, har ein 57 ára gomul kvinna læt lív í gjár.

 

Bilurin stóð við eini hús á Velbastaðsvegnum, tá hann fór á rull. Óvist er, um kvinnan var á veg í bilin ella úr bilinum, men tá bilurin er farin á rull, hevur hon á onkran hátt sitið føst.

 

Áðrenn bilurin kemur út á vegin, hevur hann tikið í garðin við húsini. Tá er kvinnan komin í klemmu millum hurðina á bilinum og bilin sjálvan. Møguliga hevur hon longu her fingið deyðiligt mein.

 

Síðani rullar bilurin út á Velbastaðsvegin, har hann verður árendur av einum bili, sum kom koyrandi niðan eftir. Av løgreglustøðini verður sagt, at bilurin, sum rendi á, ikki koyrdi ov skjótt og at materielli skaðin frá hesum samanstoytinum er sera lítil. Bilførarin er ikki skuldsettur fyri nakað.

 

Løgreglan sigur í dag, at kvinnan skal til líkskoðan, meðan bilurin eisini verður kannaður nærri. Líkskoðanin skal millum annað vónandi staðfesta, hvørt kvinnan er deyð av løstinum, hon fekk, tá bilurin tók í garðin, ella av samanstoytinum við hin bilin. Líkskurður verður einans framdur, um løgreglan ikki metir, at líkskoðanin hevur givið nøktandi svar upp á, hvørjum kvinnan doyði av.