Løgreglan sissaði fólk fýra ferðir

Hóast síðsta nátt var friðarlig, vóru løgreglufólk kortini úti í býnum einar fýra ferðir og sissaðu fólk, sum vóru um at fara til hendurs.

Hóast síðsta nátt var friðarlig, vóru løgreglufólk kortini úti í býnum einar fýra ferðir og sissaðu fólk, sum vóru um at fara til hendurs.

 

Vakthavandi sigur, at tað í slíkum føri eru full fólk, sum eru í býnum, og tá skal viðhvørt so lítið til, at klandur spyrst burturúr.

 

- Vikuskiftisnætur fáa vit ofta fráboðanir um, at fólk, sum eru í býnum, gerast uppøst, og ofta er tað um smáting. 

 

Lagt verður aftrat, at løgreglan í slíkum føri ofta heldur seg í umhvørvinum, haðani fráboðanin er komin.

 

- Eru vit har, aðrenn veruligir samanbrestir eru, fáa vit sum oftast sissað fólk, og so verður málið loyst á staðnum, og einki meira spyrst burtur úr tí.

 

Vakthavandi sigur, at løgreglan soleiðis einar fýra ferðir var úti síðstu nátt, og tíbetur tørnaði alt væl út, og fólk sissaðust, áðrenn nakað meira hendi.