Løgreglan: Sea Shepherd er vælkomið at hyggja

Óansæð hvar man er limur, um man uppførir seg ordiligt, so er man vælkomin at hyggja.

- Tað er óansæð  hvar man er limur, um tað er í Sea Shepherd ella øðrum felagsskapi, um man uppførir seg ordiligt og ikki ger ónáðir, so er man vælkomin at hyggja eftir einum grindadrápi.


Tað sigur  Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, nú ein grind verður rikin inn á Bø.


Andras Marr Poulsen vil ikki upplýsa, hvørji átøk løgreglan ger í dag, men staðfestir enn einaferð, at man ikki ger mun á Sea Shepherd og øðrum.


- Vit hava ikki heimild at nokta nøkrum at hyggja at einum grindadrápi, um so er, at tey uppføra seg ordiligt.


Felagsskapurin gjørdi annars vart við, tá grindadráp var í Hvannasundi fyrr í ár, at teirra limir ikki sluppu framat grindini, men vórðu steðgaðir í tunlinum.


Andras Marr Poulsen játtar, at løgreglan kannaði bilar tá, men talan var ikki um ítøkilig at steðga Sea Shepherd limum.


- Vit steðgaðu bilum tá, fyri at kanna um tey høvdu tilfar, ið kundi órógva grindadrápið. Um so var, so sluppu teir bilarnir ikki víðari.