Í dag lovar hann upp í 11 metur um sekundið, og í hvirlum upp í 19 metrar um sekundið.
Í hesum sambandi, so hevur løgreglan sent út áheitan á fólk um at tryggja leysar lutir.
– Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinir, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan á Facebook.
Sambært DMI so verður eisini nógvur vindur í morgin, tá hann lovar upp í 14 metrar um sekundið, og í hvirlum upp í 28 metrar um sekundið.