Í sambandi við at leguhúsið á Zarepta á Vatnsoyrum, verður bygt út, mælir løgreglan teimum, sum koyra á strekkinum, um at vísa varsemi.
Væntandi fer arbeiðið at taka einar tríggjar vikur og hesa tíðina verður nakað av tungari ferðslu á strekkinum av Heimaru Bryggju, ígjøgnum Miðvág, út á Vatnsoyrar, frá klokkan níggju á morgni, til nakað út á seinrapartin.
Møguliga verður eisini koyrt um kvøldarnar og út á náttina, sigur løgreglan.
- Í hesum sambandi verður ferðin á strekkinum frá rulluportrinum vestan fyri Vatnsoyrar við Klovning, til rulluportrið beint sunnan fyri Norðarugjógv við Vatnsoyrar, sett niður í eina helvt, ella niður á 40 km/t.
- Hettar er gjørt fyri í samband við at tað skal bera til hjá teimum stóru bilunum at snara til høgru inn á Vatnsoyrar.
- Í hesum sambandi heitir løgreglan á ferðandi á hesum strekki um at vísa størsta varðsemi og at geva tol, so at vandastøður ikki standast av hesum arbeiði.
- Tá ið arbeitt verður eru vegatalvur settar upp, sum vísa hvussu koyrast skal og mest loyvdu ferð o.s.fr., sigur løgreglan.










