Løgreglan loynilurta eftir fólki 10-20 ferð um árið

Hvørt ár eru eini 10-20 brotsverk í Føroyum sum eru so grov, at talan kann verða um at gera inntriv í fráboðanarloyndina hjá fólki

 


Løgreglan í Føroyum kannar eini 10-20 brotsverk um árið, sum eru so grov, at talan kann verða um at gera inntriv í fráboðanarloyndina eftir teimum, sum eru undir illgruna.

 

Tað hevur fútin, John Kølbæk, greitt rættarnevndini hjá løgregluni frá, ní Løgtingið viðgerð eitt uppskot um heimildirnar hjá løgregluni at loynilurta eftir fólki.

 

Samstundis er ætlanin at áleggja telefyritøkunum at útvega sær ávísa útgerð fyri at tryggja, at loynilurting kan setast í verk.

 

Annars hevur løgreglan ikki nøkur beinleiðis hagtøl fyri, hvussu ofta hon hevur loynilurta eftir fólki hesi seinastu árini.

 

Men mett verður, at tey fimm árini frá 2009 til 2013 hava verið eini 15 narkomál, sum eru so álvarsligt, at løgreglan hevur havt heimild at loynilurta eftir fólki.

 

Haruframt eru eini 15 onnur mál, har illgruni er um so álvarslig narkotikabrotsverk, at løgreglan kundi havt heimild at gera inntriv í fráboðanarloyndina.

 

Men lagt verður afturat, at í summum førum eru brotini so álvarsligt, at í sama máli hevur løgreglan hevur fleiri loyvi til avlurting, og at gera inntriv í fráboðanarloyndina.

 

Fútin sigur eisini, at løgreglan hevur kannað søguligar telefonupplýsingar í sambandi við fleiri onnur mál, eiggur nú siðamisbrot.

 

Hann sigur, at umframt tey 15 narkotikamálini, hesi árini frá 2009 til 2013, eru eini 35 onnur mál, har løgreglan hevur brúkt heimildirnar í hesum sambandi.

 

Útfrá hesum metir fútin, at tað vera eini 10-20 mál um árið, sum eru so álvarslig, at talan kann verða um at brúka heimildirnar at loynilurta og gera inntriv í fráboðanarloyndina.