Løgreglan vil fegin hava orðið á ferðafólkini, sum vóru í bussinum hjá Bygdaleiðum, sum var orsøkin til ógvusligt ferðsluóhapp á Landsvegnum við Hósvík í morgun.
Tað var stutt eftir klokkan átta í morgun, at ein bussur hjá Bygdaleiðum rendi upp í reyvina á einum lítlum lastbili hjá Landsverki.
Les eisini: Tvey ógvuslig ferðsluóhapp í morgun
Eini 10 ferðafólk vóru í bussinum og tey sluppu snikkaleys frá óhappinum. Men tá i løgreglan kom á staðið, vóru bara tvey ferðafólk eftir, tí øll hini vóru farin.
Og nú heitir løgreglan á tey um at seta seg í sambandi við løgregluna at greiða frá, hvat hendi.
Løgreglan roynir at greina, hví óhappið hendi og í tí sambandinum hava frágreiðingar frá ferðafólkunum stóran týdning.
Løgreglan sigur, at stoyturin var rættiliga harður, tí mett verður, at bussurin koyri einar 70-80 kilometrar um tíman, táið hann rendi á bilin hjá Landsverki.
Ein spaki, sum lá í lastini á bilinum hjá Landsverki, fleyg úr bilinum, og rakti ein bil, sum kom koyrandi ímóti teimum.
Men lukkutíð tók stólpin við vindeygað á bilinum, spakan, so hann elvdi ikki til fólkaskaða í bilinum.
Ein maður var í lastbilinum hjá Landsverki og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.