Fyri umleið einum tíma síðan fekk løgreglan í Havn boð um, at bilførari, sum koyrdi vestur gjøgnum Vágatunnilin, helst ikki var edrúur.
- Tað var ein bilførari, sum ringdi til okkara, tí viðkomandi helt ikki, at førarin á einum øðrum bili, sum var á veg vestur gjøgnum Vágatunnilin, var edrúr, soleiðis sum viðkomandi koyrdi.
Vakthavandi sigur, at tey eru farin í Vágar at leita eftir bili og bilførara, men tá in.fo frætti fyri løtu síðan, hevði løgreglan ikki funnið og soleiðis heldur ikki verið í samband við nevnda førara.
- Tað er ikki so sjáldan, at fólk boða frá, tá tey síggja eitt hvørt í ferðsluni, sum kundi bent á, at bilførarar taka kjansir og koyra við kenning. Eingin ynskir at møta einum bilførara á vegnum, sum ikki er edrúur.
Vakthavandi sigur, at løgreglan fegnast um, at bilførarar og fólk annars eru árvakin og lata við seg koma, tá tey síggja, at alt ikki er, sum tað skal, og hugsandi er, at førarin heldur átti at sitið heima enn í bilinum.