Løgreglan lat skot av í nátt – drap eina kúgv

Stutt fyri klokkan 02 í nátt koyrdi ein bilur á tvey neyt í Miðvági

– Óhappið hendi millum rundkoyringina og Sørvágsvatn, greiðir vaktleiðarin hjá løgregluni frá.

Fleiri neyt gingu á vegnum, og bilurin rakti í øllum førum tvey teirra. 

Óhappið varð fráboðað kl 01:53, og bilurin fekk stóran skaða. Vaktleiðarin greiðir frá, at tey fingu ikki fatur á eigaranum, men at løgreglan sendi átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum í Vágum á staðið.

– Hann bað okkum koma, og tað endaði við, at løgreglan mátti avlíva annað neytið á stðanum, tí tað hevði fingið so stóran skaða, at tað lá bara og píndist, greiðir vaktleiðarin frá. Tað varð skotið við tænastupisólini hjá løgregluni.