Løgreglan kannar fleiri umfatandi herverk

Eitt, sum verður kannað, er, um tað er samanhangur ímillum tey og løgreglan leitar eftir vitnum

Løgreglan kannar framvegis fleiri umfatandi herverk, sum eru gjørd týsnáttina. Tey eru øll framd á strekkinum ímillum Havnina og Hvalvík og spurningurin er, um tað er samanhangur ímillum tey. 

 

Í Kollafjørði er herverk gjørt á ein bil, sum stóð parkeraður á einum parkeringsplássi á landsvegnum beint sunnan fyri rundkoyringina í Kollafirði. Løgreglan sigur, at bæði forrúturin, ein síðurútur og eitt spegl, eru brotin.

 

Samstundis hevur Landsverk meldað, at um somu tíð er herverk framt á fleiri busskýli á vegastrekkinum ímillum Havnina og Hvalvík. Talan er um umfatandi herverk og fleiri rútar eru brotnir.

 

Men tað mest umfatandi herverkið er gjørt við ein virkisbygning niðria havnarlagnum í Hvalvík. Har hava gerningsmenninir brotið seg inn í bygningin, har tey hava sett seg á ein trukk og hava brotið frá hond. Teir hava koyrt ígjøgnum tvær garasjuhurðar og hava koyrt á ein bil,sum stóð inni. Harumftamt hava teir brotið frá hond inni í bygninginum, bæði hurðar, lampur, og annað.

 

Uttanfyri hava tey loyst hondbremsuna á einum bili, og hava koyrt hann á rull oman ímóti sjónum, men hann skoraði seg fastan við ein tanga, sum stóð á havnarlagnum. Men afturfyri varð tangin kroystur upp í ein bát, sum var drigin upp og báturin hevur eisini fingið nakað av skaða.

 

Løgreglan hevur verið í Hvalvík og hevur kannað umstøðurnar, og hevur tryggjað sær tey spor, sum eru og nú kannað tey málið. Øll herverkini eru hend somu nátt, og sum somu leið og eitt tey kannað, er um samanhangur er ímillum tey.

 

Tískil sigur løgreglan, at er tað onkur, sum hevur lagt okkurt til merkis hesa tíðina, frætta tey fegin.