Løgreglan kannaði yvir 100 bilar

– Men skilið var heilt hampiligt, sigur løgreglan

Í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Men tey siga, at skilið var rættiliga gott. Í sambandi við ferðslukanningarnar, eru yvir 100 bilar steðgaðir og kannaðir og úrslitið er, at ein bilførari varð skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Harumframt fær ein bilførari klipp í koyrikortið, og eina bót upp á 2.500 krónur fyri at koyra 78 kilometrar um tíman Yviri við Strond, har tað er loyvt at koyra 50.

 

Sjey bilførarar fingu 1.000 krónur í bót í part fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu, og ein bilførari fær 700 krónur í bót tí at hann ikki hevði koyrikortið við sær.