Løgreglan kannaði skeinkistøð í Havn

Løgreglan hevur havt nógv at gera í nátt, men talan var at kalla bara um smáttarí

Í nátt var løgreglan á rundferð til skeinkistøðini í høvuðsstaðnum at kanna, um treytirnar fyri at hava opið, og fyri at skeinkja brennivín, vórðu hildnar.

Í hesum sambandi verður kannað eftir, um ung undir 18 ár, eru til staðar, um ov nógv fólk eru inni, o.s.fr. Men har var einki at finnast, sigir løgreglan.

Annars hevur løgreglan havt nógv at dragast við í nátt, men talan var at kalla bara um smáttarí, sum full fólk vóru atvoldin til.

Ein maður var so ólátaður, at hann fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, og ein varð tikin fyri at koyra við kenning. Í øðrum førum vóru eisini bardagar í umbúna, men tá í løgreglan kom á staðið, vóru fólk sissað aftur.

Somuleiðis varð ein maður tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, hann koyrdi 78 kilometrar um tíman, har tað einans er loyvt at koyra 50, og sostatt fær hann klipp í koyrikortið.