Stundisliga í morgun var løgreglan í Kaldbaksbotni og kannaði ferðsluna til og úr Havnini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ferðslan í morgun var ikki av tí mesta, men her gekk alt bæði gott og væl.
- Ferðslan gekk eftir bókini, og tískil kom einki navn í bókina. Her var einki at seta fingurin á, sigur vaktleiðarin.
Eitt sindur verri gekk hjá einum bilførara í Eysturoy í morgun.
- Hesin koyrdi so mikið yvir loyvdu ferðina í bygdum øki, at viðkomandi fekk klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin sigur, at náttin hevur verið friðarlig.
Seint í gjárkvøldið fór ein hending fram í Miðvági, har ein bilførari var óheppin, soleiðis at høgra framhjól fór út av vegnum.
- Bilførarin fekk ikki hjólið upp aftur við egnari hjálp, men her var einki illgrunasamt, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga.