Løgreglan kannaði 70 bilar á Tvøroyri

Bara ein bilførari varð skrivaður í svørtubók

Bæði í gjáramorgun og í morgun, kannaði løgreglan ferðsluna við skúlar í sambandi við, at skúladagurin byrjaði.

 

Men løgreglan sigur, at tað stóð heilt væl til.

 

Í gjáramorgunin varð ferðslan kannað við Skúlan á Tvøroyri, har vórðu 30 bilar steðgaðir, men bara ein bilførari varð skrivaður upp fyri at hava eitt barn í bilinum sum ikki var bundið í trygdarbelti.

 

Í morgun vórðu bilar steðgaðir, sum vóru á veg til skúlan í Trongisvági. Løgreglan sigur, at 40 bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførarar høvdu síni viðurskifti í ordan, so tá varð eingin skrivaður upp.