Føroysku meistararnir tykjast vera týdningarmiklir gestir í Kosovo
Týskvøldið skal Víkingur spæla seinna dystin í fyrsta innleiðandi umfari í europeisku meistarakappingini. Fyrra dystin vann Víkingur fyri einari viku síðani á heimavølli 2-1.
Hesar seinastu dagarnar hava víkingarnir fyrireikað seg í hitanum í Kosovo – talan hevur verið upp í 35 hitastig.
Tað er nógv ferðsla har á leiðini, sum Víkinga hópurin ferðast, men tað er ikki torført hjá víkingunum at sleppa til og frá.
Sum upptøkan vísir, so tekur løgreglan sær av fremmanda ferðalagnum. Løgreglubilur við nógvari ferð á trongu vegunum við nógvu ferðsluni syrgir fyri, at víkingarnir ikki vera noyddir at standa í longum bíðirøðum og harvið skulu brúka óneyðuga tíð á vegunum, sum nú kann brúkast til hvíld, prát um avbjóðingina í morgin og á annan hátt at trimma spælararnar til stóru avbjóðingina.
Víkingarnir hava vant fýra ferðir, síðani teir lendu í Kosovo fyrrapartin leygardagin.
Fyrsta bríksl í Mitrovica í Kosovo verður longu klokkan 17 føroyska tíð týsdagin.










