Løgreglan í Havn tikið trý prútl

Førararnir máttu allir til gongu

 

Í morgun fór løgreglan undir eitt átak ímóti prutlum. Tað ger løgreglan viðhvørt, tí tað er ein afturvendandi trupulleiki nógvastaðni.

 

Úrslitið varð, at trý prutl, sum koyrdu ov skjótt, vórðu tikin við á løgreglustøðina.

 

Har verða tey kannað, og alt, sum er ólógligt á teimum, verður tikið av, áðrenneigarin fær prutlið aftur.

 

Løgreglan sigur, at tað eru bæði tann, sum eigur prutlið, og tann, sum koyrir, ið fáa bót,í teimum førum, at eigarin letur ein koyra, sum ikki hevur koyrikort.