Løgreglan í Havn mátti hjálpa føroyingi í Grønlandi

Løgreglan í Havn fekk eina heldur sjáldsama uppgávu í morgun

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, men kortini fekk løgreglan eina heldur sjáldsama uppgávu í morgun.

 

Beint eftir klokkan seks føroyska tíð, ringdi ein maður til løgregluna og segði, at ein vinmaður hevði ringt til hansara og fortalt, at hann var vilstur í grønlendska høvusstaðnum, Nuuk. Í Nuuk eru tey tríggjar tímar aftanfyri okkum, so tá var klokkan trý í nátt í har.

 

Tað var rættiliga kalt og tey stúrdu fyri, at hann fór at liggja útideyður, tí hann fann ikki upp hús aftur.

 

Løgreglan í Føroyum ringdi til starvsfelagarnar í Nuuk og teir so at leita. Men væl verið fartelefonin, so løgrelan í Nuuk ringdi til hansara, og soleiðis fingu tey peilað seg inn á, hvar illa staddi føroyingurin var

 

Hann varð sostatt funnin í øllum góðum og koyrdir hagar hann gisti.

 

Annars er ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt, hann var tikin á hjólum, sum løgreglan plagar at siga, tað merkir, at hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.