Um vikuskiftið hava ivaleyst nógv fólk lisið eitt lesarabræv á ymiskum netmiðlum, har ein ung kvinna greiddi frá, at hon varð blivin álopin í Havn undanfarna vikuskifti. Unga kvinnan rópar varskó, tí hon hevur fingið at vita frá løgregluni, at málið neyvan verður uppklárað.
Hendingin, sum kvinnan greiðir frá í lesarabrævinum, fór fram í Villumsgøtu í Havn sunnunáttina fyri góðari viku síðani. Unga kvinnan var á veg til hús, tá ið hon bleiv álopin av einum manni, sum royndi at hála hana inn í ein myrkan garð. Hon bleiv eisini sligin í andlitið, áðrenn hon fekk fatur á einum dunki við hárspray, ið hon hevði í taskuni hjá sær og fekk sprænt hetta í andlitið á manninum, sum síðani slepti henni. Gentan rann so til hús, og dagin eftir meldaði hon tilburðin til løgregluna.
Unga kvinnan hevur seinni fingið at vita frá løgregluni, at tað eru lítil sannlíkindi fyri, at málið verður uppklárað.
Hava gjørt fleiri avhoyringar
- - Vit hava gjørt nokk so fitt við málið, men tað er ikki altíð so lætt. Hendingin fór fram umleið klokkan fýra náttina til sunnudagin 8. Mars, men málið verður ikki fráboðað okkum fyrr enn um hálvgum ellivu sunnumorgunin. Tá er trupult hjá okkum at spola tíðina aftur og finna vitnir, sum kanska hava sæð okkurt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vakthavandi greiðir frá, at løgreglan hevur tó gjørt sítt til fyri at royna at uppklára málið, og man hevur gjørt seks avhoyringar í málinum.
- Men vit eru ikki komin nærri eini uppkláring, verður upplýst.









